- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttahøll á Strondum fyri 50 mió. kr.
Strandingar fáa nú egnu ítróttahøll.
Sjóvar kommuna hevur játtað átta milliónir krónur til at fyrirreika og byrja arbeiðið at byggja ítróttahøll á Strondum.
Staðsetingin verður sunnan fyri bygdarhúsið á Strondum. Eisini er ætlanin at hava ein millumbygning, soleiðis at ítróttahøllin og bygdarhúsið verða knýtt saman.
50 mió. kr.
Sjóvar kommuna hevur í hesum sambandi keypt ein part av matr. nr. 601a til ítróttahøllina.
Mett verður, at samlaði kostnaðurin verður umleið 50 mió.kr.
Høllin skal hava umleið 800 sitipláss, umframt standipláss, og skal eisini lúka ymisk altjóða krøv, soleiðis at hon kann nýtast til altjóða dystir í ávísum ítróttagreinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: