- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edva Jacobsen nýggjur aðalskrivari
1. mars tekur Edva Jacobsen við sum aðalskrivari í Bláa krossi.
Edva Jacobsen er úr Fuglafirði.
Hon er 58 ára gomul, hevur arbeitt 25 ár í peningastovni og hevur m.a. lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.
Edva Jacobsen hevur verið tinglimur fyri Sambandsflokkin í níggju ár.
Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum, skrivar Blái krossur.
Hon tekur við eftir Dakko Petersen, sum hevur verið aðalskrivari í Bláa krossi síðani 2017.
Blái krossur Føroya eigur og rekur m.a. Blákrossheimið á Nesi og Ávegishúsið í Lynggøtu í Havn, og hevur sjey klædna- og búnýtishandlar kring landið.
30 fólk arbeiða hjá Bláa krossi, og 400 fríyrkisfólk eru í felagsskapinum.