- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rentuhækkingar ávirka ikki prísvøksturin
Rentuhækkingar ávirka ikki prísvøksturin
Spania væntaði, at inflatiónin í januar fór at vera 4,9 prosent, men prísvøksturin hevur verið 5,8 prosent
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/norskur_matvoruhandil.png?itok=DROND8WB)
Miðalprísvøksturin í ES er í januar júst 5,8 prosent, nú vit skriva 31. januar. (Savnsmynd)
31.01.2023 - 08:37
Hóast evropiski tjóðbankin fleiri ferðir seinastu tíðina hevur hækkað rentuna, og onnur tiltøk eisini eru sett í verk í evropeiskum londum, hevði tað ikki stórvegis ávirkan á inflatiónina í januar.
NTB skrivar, at prísvøksturin í Spania henda mánaðin hevur verið 5,8 prosent.
Myndugleikarnir høvdu annars væntað, at prísvøksturin í mesta lagi fór at vera 4,9 prosent.
Tølini úr Spania umboða miðalprísvøksturin í samsvarandi nýtsluskránni hjá ES.
Miðalprísvøksturin í ES er í januar júst 5,8 prosent, nú vit skriva 31. januar.
Mett var, at prísvøksturin fór at verða 4,7 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV