Ov nógv sethús og ov fáar íbúðir

Ov nógv sethús og ov fáar íbúðir
Elsa Berg, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, heldur, at vit eiga at koma burtur frá hugburðinum um, at øll skulu hava síni egnu sethús
Elsa Berg, býráðslimur, heldur, at í Tórshavnar kommunu eiga færri sethús at verða bygd, og dentur eigur í staðin at verða lagdur á at byggja íbúðir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
31.01.2023 - 12:20

Tað er alneyðugt, at Tórshavnar kommuna fær ein nýggjan bústaðarpolitikk, segði Elsa Berg, býráðslimur í Havn, á seinasta býráðsfundi, og sum verður endurgivin á in.fo.

Her hugsar hon um mátan, sum bygt verður í Havnini, har tað í høvuðsheitum eru sethús og raðhús, sum bygd verða, í staðin fyri fleiri íbúðir. 

Býráðslimurin heldur, at vit eiga at koma burtur frá hugburðinum um, at øll skulu hava síni egnu sethús. 

 

Elsa Berg er býráðslimur í Tórshavnar kommunu. 

 

Sleppa ikki av við húsini

Elsa Berg sigur, at tað er eitt rættiliga stórt tal á sethúsum í Havn.

Samstundis eru tað nógv eldri fólk, sum vilja sleppa av við húsini, so tey kunnu flyta í eina minni íbúð í staðin. Men tað ber ikki til, tí tað eru alt ov fáar íbúðir á bústaðarmarknaðinum, vísti tjóðveldiskvinna á undir býráðsfundinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31012023_Elsa_Berg


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238