![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/zelenskyj_og_mette.jpg?itok=xbC1tD62)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir danskir ráðharrar vitja Zelenskyj
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/radharrar_og_zelenskyj.jpg?itok=LXQPpvT7)
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, hava vitjað ukrainska forsætisráðharran, Volodymyr Zelenskyj, í dag.
Donsku ráðharrarnir hittu ukrainska forsætisráðharran í býnum Mykolajiv, sum er vinarbýur hjá Danmark.
Mykolajiv var ein av fyrstu býunum, sum Russland leyp á, tá innrásin byrjaði í februar í fjør.
Zelensky, forsætisráðharri, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Zelenskyj skrivar á boðtænastuni Telegram, at tey hava m.a. vitjað eitt sjúkrahús.
- Saman við Mette Frederiksen vitjaðu vit særdar ukrainar á einum sjúkahúsi í Mykolajiv, skrivar Zelenskyj.
Tey hava eisini vitjað eina kornsilo og ein umsitingarbygning, sum var lagdur í oyði í einum bumbuálopi.
Fyri kríggið búðu umleið ein hálv millión fólk í Mykolajiv, og hildið verður, at 230.000 fólk framvegis eru í býnum.
Hini eru flýdd ella deyð í krígnum.
Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni her: