Føroyar útflutt fyri hálva milliard til Russlands síðani innrásina

Føroyar útflutt fyri hálva milliard til Russlands síðani innrásina
Russiska innrásin í Ukraina hevur ikki steðgað samhandlinum millum Føroyar og Russland. Síðani innrásina hava Føroyar útflutt fyri hálva mia. kr. til Russlands
Russisk skip, sum umskipa við bryggju í Føroyum
 
18.01.2023 - 09:21

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, hava Føroyar útflutt fyri hálva milliard til Russlands.

Frá 1.mars til 1.desember 2022 er útflutt fyri 487,4 mió. kr. sambært tølunum hjá Hagstovuni.

Ein partur er olja og annað til russisku skipini, sum eru í Føroyum.

Innflutningurin úr Russlandi er heldur ikki hildin uppat, men hann er verri enn so stórur sum útflutningurin.

Serliga byggitilfar verður innflutt úr Russlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109