- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot til grønlendska grundlóg klárt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/egede2.jpg?itok=DJLxsEUF)
Eftir góð trý ára arbeiði, leggur grønlendska grundlógarnevndin fram uppskot um grundlóg um tveir mánaðir.
Múte B. Egede, landsstýrisformaður, er spentur, og sigur við Sermisiaq, hann vónar at stóra undirtøkan í landstinginum vónandi fer at hava við sær, at grundlógaruppskotið kann brúkast í framhaldandi politiska arbeiðinum í Grønlandi.
Hvørs grundlógaruppskotið fer at gera mun, í mun til eitt komandi sjálvstøðugt Grønland, vil Múte B. Egede ikki siga so nógv um nú.
"Grundarlagið fyri at kunnu gerast eitt sjálvstøðugt land, er ein grundlóg, og tað er tí at vit hava sett eina grundlógarnevnd at arbeiða," sigur hann.
Uppskotið verður lagt fyri tingið 1. apríl, tó at nevndin hevur havt stórar avbjóðingar av millum annað koronu. Eisini valdi fyrrverandi formaðurin í grundlógarnevndini, Kuupik Kleist, at trekkja seg eftir bert at hava sitið sum formaður í tríggjar mánaðir.