- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mammur at trimum børnum og ítróttakvinnur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kvinnur_i_itrotti_1_6.jpg?itok=xeNEpFjX)
Tær spæla ávikavist hondbólt og fótbólt á hægsta stigi í Føroyum og hava báðar familjur við trimum børnum.
Maibritt Olsen, sum spælir fótbólt við Víkingi, raðfestir ítrótt sum part av gerandisdegnum.
– Tað hevur altíð havt týdning fyri meg at vera virkin í ítrótti og at vera partur av einum felagsskapi, og tí havi eg hildið fram við at spæla fótbólt, sigur hon.
Durita Christophersen Jojic spælir hondbólt við VÍF, og seinnu árini hevur hon lagað ítróttin eftir familjulívinum.
– Nú venji og spæli eg, sum tað passar saman við familjuni. Um tað ikki gongur upp onkuntíð, so taki eg mær frí frá venjing ella dysti, sigur hon.
Í fyrsta parti av poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti verður tosað við Duritu Christophersen Jojic og Maibritt Olsen um, hvussu tær virka og raðfesta í gerandisdegi við barnafamilju og ítrótti.
Sendingini kann hoyrast her.