Fyrrverandi landsstýrismaður: Gloym alt um semju

Fyrrverandi landsstýrismaður: Gloym alt um semju
Helgi Abrahamsen sigur, at royndirnar, sum hann gjørdi, hava sannført seg um, at tað ber ikki til at fáa semju millum allar partar í ferðavinnuni
Helgi Abrahamsen royndi sum landsstýrismaður at fáa partarnar í ferðavinnuni at semjast, men tað eydnaðist ikki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2023 - 18:00

- Gloym alt um at fáa ein semju í lag. Tað fer ikki at eydnast. 

Tað eru greiðu ráðini, sum Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum, hevur til Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, nú hann er farin í holt við at finna eina semju millum jarðareigarar og ferðavinnuna um ferðavinnuna og gongd í haga. 

Í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið segði Høgni Hoydal, at hann væntar, at tað fer at eydnast at finna semju millum allar partar. 

Helgi Abrahamsen royndi at fáa semju millum partarnar í tvey ár, og tær royndirnar hava sannført hann um, at tað letur seg ikki gera. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

12012023_Helgi_um_ferdavinnu_og_semju

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990