Vága kommuna samtykt visjón fyri 2032

Vága kommuna samtykt visjón fyri 2032
Hóast kommunan hevur 24,4 milliónir í halli í ár, lækkar skattaprosentið, og barnafrádrátturin hækkar
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.01.2023 - 09:02

Hóast skuldin hjá Vága kommunu verður 85 prosent av einari álíkning, er kommunan væl fyri.

Tað sigur borgarstjórin, Bjarni Prior, í nýggjársrøðu sínari.

Skuldin verður 85 prosent, um allar íløgur í fíggjarætlanini fyri 2023 vera gjørdar.

Í fíggjarætlanini fyri 2023 er hallið góðar 24,4 mió. kr.

Býráðið hevur kortini samtykt at lækka skattin úr 22 prosentum niður í 21,75 prosent. Og barnafrádrátturin er farin úr 5.000 krónum upp í 6.500 krónur.

 

Stórar ætlanir

Býráðið í Vága kommunu hevur stórar ætlanir og hevur samtykt eina visjón 2032.

Borgarstjórin nevnir millum annað vinnuferðavinnu í røðu sínari.

Hann sigur, at saman við menningarstovuni Visit Vágar er Vága kommuna farin í gongd við arbeiðið at menna vinnuferðavinnu í kommununi.

Samstarv er við Tórshavnar kommunu, Visit Tórshavn og Hugskotið um verkætlanina Nýskapan í ferðavinnuni, sum byrjar nú í januar.

Seks umsóknir eru um at vera við í verkætlanini, tríggjar verkætlanir eru úr Vága kommunu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114