- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tónleikastjóri hjá G! festivalinum givin
Hetta er árstíðin, tá føroysku tónleikafestivalarnir byrja at kunngera nøvn til festivalarnar næsta summar, og atgongumerkjasølan byrjar at taka dik á seg.
Hjá G!-festivalinum hava tey tó verið noydd at umskipa seg, tí tónleikastjórin seinastu árini, Michael Antony Charles Johannesen, er givin.
"Jú, tað er tíverri rætt, at Michael er givin," váttar Sigvør Laksá, G!-stjóri.
Danska Tessa var høvuðsnavnið fríggjakvøldið á G! festivalinum í ár / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Nýtt toymi ráðgevur
Tað er uttan iva eitt bakkast fyri G!-festivalin, tí arbeiðið at gera avtalur við tónleikanøvn, serliga tey útlendsku, tekur ofta langa tíð. Og tað tekur eisini tíð at uppbyggja góða sambond við útlendsk umboðsfólk.
Sigvør Laksá, G!-stjóri, er bjartskygd hóast alt.
"Vit hava mannað eitt toymi av ungum og orkuríkum fólkum, sum fáast nógv við tónleik, og sum vit so sparra við. Tey eru Marianna Nagata, Dania O. Tausen, Fríði Djurhuus og Jasmin Moté. Harumframt hava vit fingið góða hjálp frá føroysku tónleikaútflutningsstovuni, Faroese Music Export (FMX), og eru sloppin at gagnnýta umfatandi netverkið hjá FMX. "
Oddamaðurin í Joe & The Shitboys, Fríði Djurhuus, á pallinum til ársins G! festival. Nú er hann við til at bóka tónleikin til festivalin næsta ár / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Leiðsla og nevnd bókar tónleikin
Formliga verður arbeiðið at bóka og gera avtalur við tónleikanøvnini røkt av G!-leiðsluni og nevndini í G! Grunninum, greiðir Sigvør Laksá frá.
"Arbeiðið gongur væl, og vit fara skjótt at kunngera fyrstu nøvnini, sum skulu spæla á G!-festivalinum í 2023. Atgongumerkini eru sett til sølu, og sølan gongur væl," sigur Sigvør Laksá.
Í G!-leiðsluni eru Sigvør Laksá, stjóri, og Kristfríð Tyril, samskipari.
Sambært heimasíðuni hjá G!, so er nevndin í G! Grunninum mannað við hesum fólkum:
Bogi Andreassen, formaður
Sigvør Laksá, næstformaður
Kristfríð Tyril, nevndarlimur
Oluffa Joensen
Theodor Kapnas
Høgni Lisberg
Íslendski Daði Freyr á pallinum á Sandinum á G! festivalinum í ár / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Sí myndareportasjurnar hjá Bjarna Árting Rubeksen frá G! 2022: