- Tíðindi, mentan og ítróttur
Moralpolitiið verður tikið av
Moralpolitiið verður tikið av
Onki moralpoliti verður longur at síggja í gøtunum í Iran
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/motmaeli_i_iran.jpg?itok=moD8OrAK)
04.12.2022 - 09:45
Iranskir myndugleikar hava gjørt av at taka av moralpolitiið í landinum.
Tað veit tíðindastovan AFP at siga.
Uppgávan hjá moralpolitinum er millum annað at hava eftirlit við, hvussu kvinnurnar í landinum ganga klæddar.
Tað hava verið stór mótmæli móti stýrinum í Iran, síðani 22 ára gamla Mahsa Amini doyði, meðan hon var í varðhaldi hjá iranska moralpolitinum.
Hon var handikin fyri ikki at hava fjalt hárið nóg væl sambært reglunum um, hvussu kvinnur skulu vera klæddar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV