
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Runavíkar kommuna ger íløgur fyri 71 milliónir

Í gjárkvøldið samtykti Runavíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2023 endaliga við aðru viðgerð.
Kommunan ætlar at gera íløgur fyri 71 milliónir krónur. 30 milliónir fara til svimjihøllina og fimm milliónir krónur til Fjøruvegin.
Býráðið ætlar í fyrsta umfari ikki at taka lán at gera íløgurnar. Sáttmálar skulu fyrst gerast um verkætlanirnar.
30 milliónir kr. eru settar av til svimjihøllina næsta ár.
100 mió. í eginfígging
Munnlig semja er millum býráðslimirnar um, at kommunan rindar 100 mió. kr. av svimjihøllini við eginfígging í árunum 2023/24/25, og síðani lænir tær 65 mió. kr., sum tá resta í kostnaðin.
Tað kann kortini gerast neyðugt at taka upp lán í næsta fíggjarári - alt eftir, hvussu kvik ella sein gongdin í svimjihallarverkætlanini verður, skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Runavíkar kommuna væntar at fáa 270 milliónir krónur í inntøkum næsta ár. Útreiðslurnar vera tær somu.
Skattaprosentið í Runavíkar kommunu verður framhaldandi 21,5 prosent, og barnafrádrátturin verður óbroyttur, 8.000 krónur.