- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bergun Kass til Sambandið
Bergun Kass til Sambandið
Hevur frammanundan sitið í býráðnum í Havn fyri Framsókn

20.11.2022 - 10:34
Hetta løgtingsvalið hava fleiri rímiliga stór skifti verið millum flokkar, enn vit eru von at síggja, og nú er so eitt afturat.
Bergun Kass, sum í undanfarnu býráðssamgongu í Havn frá 2017 til 2020 umboðaði Framsókn og fleiri ferðir hevur stillað upp fyri flokkin, skiftir eisini flokk.
Nú Sambandsflokkurin kunnger listan til løgtingsvalið, telist Bergun Kass millum tey 29 valevnini, ið flokkurin stillar upp.
Á sambandslistanum, sum er endaligur, eru 16 menn og 13 kvinnur.
Freistin hjá flokkunum at lata listarnar inn til løgtingsvalið er úti hóskvøldið klokkan 18.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV