- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinta Løwe ikki á valevnislistanum

Beinta Løwe, sum var toppskorari hjá Tjóðveldi í Norðoyggjum á síðsta løgtingsvali, er ikki á listanum, nú Norðoya Tjóðveldisfelag hevur kunngjørt valevnini.
Beinta Løwe fekk 102 atkvøður í Klaksvík og 301 atkvøðu um alt landið. Og tað rakk til eitt fimta pláss á listanum. Sostatt varð hon vald á ting fyrstu ferð, hon bjóðaði seg fram.
Tí hevur eisini verið væntað, at Beinta Løwe fór at stilla upp aftur, men nú Norðoya Tjóðveldisfelag kunngjørdi listan yvir valevni, er hon ikki millum tey fýra, sum stilla upp. Hon er heldur ikki á listanum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag ella øðrum lokalfelagi hjá Tjóðveldi.
Hevur onga viðmerking
Kringvarpið hevur tosað við Beinta Løwe, men hon sigur seg ikki hava nakra viðmerking.
Sum Kringvarpið skilir, vil felagið fegið hava hana á listan, men tað er hennara egna avgerð ikki at stilla upp.
Tað er kortini ikki útilokað, at hon stillar upp, tí í tíðindaskrivinum um valevni skrivar lokalfelagið í Norðoyggjum, at uppstillingarfundurin gav nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag heimild at stilla eitt valevni upp aftrat, um nevndin ynskir tað.