Vit fáa eina bráðfeingis fíggjarlóg

bannari
Vit fáa eina bráðfeingis fíggjarlóg
Nógv mál detta burtur, nú løgtingsval er útskrivað
Nógv mál detta burtur, nú løgmaður hevur skrivað út val. Men vit fáa kortini eina bráðfeingis fíggjarlóg.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 18:00

Tá løgmaður í gjár skrivaði út nýval, gjørdist landsstýrið til eitt fyribilsstýri. Hetta merkir, at landsstýrisfólk hava heimild til at virka eins og vanligt, men vanligt er, at bert bráðfeingislógir verða samtyktar.

Nógv stórmál hjá samgonguni eru í tinginum í løtuni og bíða eftir at verða samtykt

Tað størsta av hesum málum er helst uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tað er nærum ógjørligt at fáa eina veruliga fíggjarlóg samtykta nú. Tí verður talan um eina bráðfeingis fíggjarlóg:

 

10112022_Bardur_1_um_burturdottin_mal

 

Onnur mál, sum samgongan hevur lagt fram, men sum ikki eru liðugt avgreidd og tískil helst detta burtur, eru hesi:

Uppskotið um at leingja frítøkuna fyri meirvirðisgjald og virðisgjald hjá teimum, sum keypa elakfør ella vetnisakfør. Frítøkan skuldi leingjast, men fer nú úr gildi 1. januar 2023.

Uppskotið um at broyta tøkugjaldið hjá alivinnuni, umframt uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.

Uppskotið um at geva kommunum loyvi til at geva foreldrum pengar fyri at ansa børnunum í staðin fyri at senda tey í vøggustovu, var á veg í løgtingið og er til hoyringar í løtuni.

Uppskotið um at hava summartíð alt árið var eisini á veg í løgtingið. Har er hoyringarfreistin farin.

 

Barsilsgjald og skattalætti

Uppskotið um broytingar í inngjaldinum og útgjaldinum hjá Barsilsskipanini dettur helst eisini burtur. 1. januar 2023 skuldi hámarksupphæddin annars hækka úr 25.000 krónum upp í 27.000 krónur. Og uppskotið hjá samgonguni um at geva skattalætta og at hækka barnafrádráttin fær helst somu lagnu.

- Tað er spell, at summi av hesum málunum ikki vórðu samtykt, áðrenn nýval varð útskrivað  í gjár. Tað hevði verið ein kærkomin hjálp hjá sperdum barnafamiljum, sigur Bárður á Steig Nielsen. Men tað er ikki ov seint, tí tingið kemur saman aftur í næstum:

 

10112022_Bardur_1_um_burturdottin_mal_2l

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255