
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin fingið svar um samráðingar við Russland

Uttanlandsnevndin í løgtinginum hevur svarað Árna Skaale, landsstýrismanni í fiskiveiðumálum, eftir ráðførsluna, sum var mánadagin, í spurninginum um samráðingar við Russland um fiskivinnusamstarv.
Russland hevur boðað frá, at landið er sinnað at gera nýggjan fiskirættindasáttmála við Føroyar fyri 2023.
Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, sigur, at Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur fingið svar frá Uttanlandsnevndini, men hann vil ikki siga, hvat stendur í svarinum, tí tað er ikki vanligt, sigur hann.
Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur, at hann fekk svarið frá Uttanlandsnevndini í gjár, men hann vil heldur ikki siga, hvat stendur í svarinum.
Bill Justinussen er formaður í Uttanlandsnevndini.
Tilgongdin er byrjað
Árni Skaale sigur, at fyrst í november byrjaði tilgongdin at fáa gjørt nýggjar fiskirættindasáttmálar fyri 2023, og tilgongdin at samráðast við Russland byrjaði eisini tá.
Talan er um samráðingar við Grønland, Ísland, Noreg, Russland, ES og Bretland, umframt samráðingar í ymsu nevndunum, sum umsita fiskiveiðuna.
Árni Skaale, sigur, at hann fer at tosa við løgmann um støðuna og um, hvat skal gerast. Hann vil ikki siga nakað alment, fyrr enn hann hevur tosað við løgmann.
Bárður á Steig Nielsen, virkandi løgmaður, sigur, at sum støðan er, er helst rætt at bíða við samráðingunum við Russland, til nýtt landsstýri hevur tikið við.
Føroyar hava fyrr havt fyribilsavtalur við onnur lond um, at fiskiskapurin kann halda fram, tí semja hevur ikki verið um nakra avtalu.