Freistin at stilla upp er 24. november

bannari
Freistin at stilla upp er 24. november
Í mesta lagi 43 valevni kunnu vera á valevnislista
Løgtingsvalið verður 8. desember, og freistin at stilla upp er 24. november. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.11.2022 - 15:55

Freistin at stilla upp til løgtingsvalið 8. desember er kl. 18 hósdagin 24. november.

Valevnislisti kann ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn løgtingslimir, sum skulu veljast, tað eru 43 valevni.

Listin skal hava í minsta lagi hava 400 og í mesta lagi 450 stillarar.

Seinasta freist at atkvøða við brævi er 7. desember.

 

Fýra mánaðir fyri valið

Til ber tó longu nú at atkvøða við brævi hjá sjófólki og øðrum, sum ikki halda seg vera heima valdagin.

Tey kunnu atkvøða við brævi longu fýra mánaðir fyri valdagin. Valkortini skulu sendast veljarunum 28. november.

Fínteljingin skal vera avgreidd í seinasta lagi 15. desember.

Klagur um valið skulu sendast Løgtingsskrivstovuni í seinasta lagi 20. desember kl.10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF