- Tíðindi, mentan og ítróttur
Christian Andreasen: Tung avgerð at taka
Christian Andreasen: Tung avgerð at taka
Flokkurin eigur at skifta kós, sigur fráfarni formaðurin í Fólkaflokkinum

Christian Andreasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðani í mars. Nú gevst hann í politikki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.11.2022 - 10:13
Tað var ein tung avgerð at taka at gevast sum formaður í Fólkaflokkinum, men eg havi ikki havt neyðugu undirtøkuna í flokkinum.
Tað sigur Christian Andreasen, sum er farin frá sum formaður í Fólkaflokkinum.
Hann hevur samstundis boðað frá, at hann gevst í politikki.
- Flokkurin eigur at skifta kós, sigur Christian Andreasen, sum framvegis er limur í Fólkaflokkinum.
Hoyr samrøðu, sum Krista Johnsdóttir Kreutzmann gjørdi við Christian Andreasen í Breddanum fyri løtu síðani:
10112022_Chrisrtian_ti_net
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV