Beinir Johannesen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

bannari
Beinir Johannesen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin hevur fingið nýggjan formann. Hann er 25 ára gamal og eitur Beinir Johannesen
Beinir Johannesen, ið hevur verið tingbólkaformaður í Fólkaflokkinum, er nýggjur formaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 21:44

Kreppufundurin í Fólkaflokkinum er nú av, og hann endaði við, at flokkurin hevur fingið nýggjan formann. 

Floksleiðslan hevur valt 25 ára gamla Beinir Johannesen úr Klaksvík til nýggjan formann. 

Beinir Johannesen kom buldrandi inn í føroyskan politikk í 2019, tá ið hann fyrst stillaði upp til fólkatingsvalið og fekk 667 atkvøður, og síðani gjørdist fyrst valdur hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum sama ár við 998 persónligum atkvøðum. 

Á fólkatingsvalinum herfyri fekk hann 605 atkvøður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF