- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu nú fáa pening fyri at ansa børnum heima

Uppskotið um at geva kommununum loyvi til at geva foreldrum pengar, um tey vilja vera heima hjá børnunum, til børnini kunnu fara í barnagarð, er sent til hoyringar.
Tilboðið verður sostatt galdandi fyri børn í vøggustovualdri.
Lógin um dagstovnar og dagrøkt skal broytast, so pengarnir kunnu fylgja barninum.
Talan verður um sjálvbodna skipan hjá kommununum.
70 prosent av ansingarkostnaðinum
Um uppskotið verður samtykt, fáa kommunurnar heimild at áseta upphæddina á veitingini til foreldrini, sum tó í mesta lagi kann vera 70 prosent av ansingarkostnaðinum hjá kommununi.
Veitingin verður ikki skattskyldug, men eftirløn skal rindast av henni.
Kommunufelagið upplýsir, at miðalkostnaður fyri ansing á vøggustovu er 160.000 kr. í ár.
Veitingin hevði tí í mesta lagi kunnað verið 112.000 kr, ella 9.333 kr. um mánaðin skattafríar.
Stendur í samgonguskjalinum
Haraftrat skulu foreldrini ikki at rinda foreldragjaldið fyri vøggustovupláss, sum í mesta lagi kann vera 30 prosent av tí, sum plássið kostar.
Uppskotið um, at pengar skulu fylgja barninum hevur sín uppruna í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, frá 2019.
Hoyringarfreistin er til 6.desember.