- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður bíðar eftir Miðflokkinum
Løgmaður bíðar eftir Miðflokkinum
Sum skilst er tingmanning floksins ikki so heit fyri at fara burtur úr samgonguni

Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen hava mannað tingbólkin hjá Miðflokkinum, meðan Jenis av Rana hevur verið landsstýrismaður. Hvørki Steffan ella Bill eru í floksstjórnini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
09.11.2022 - 13:03
Politiska støðan er ógreið í løtuni, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, bíðar eftir einari niðurstøðu frá Miðflokkinum.
Roknað var við, at løgmaður fór at skriva út val í dag, men sum skilst er tingmanningin hjá Miðflokkinum ikki so heit fyri at fara burtur úr samgonguni, hóast floksstjórnin seinnapartin í gjár samtykti, at Miðflokkurin skal fara úr samgonguni.
Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstíðindunum:
09112022_Bardur_um_Midflokkin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV