Miðflokkurin viðger politisku støðuna

Miðflokkurin viðger politisku støðuna
Floksleiðslan er farin á fund á Gamla apoteki
Jenis av Rana, floksformaður, á veg á fund á Gamla apoteki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2022 - 14:31

Fyri løtu síðani fór leiðslan Miðflokkinum á fund á Gamla apoteki at viðgera politisku støðuna, nú landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, er koyrdur frá sum landsstýrismaður.

Løgmaður sigur, at hann hevur mist tolið við Jenisi av Rana. 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta merkir kortini ikki, at samstarvið við Miðflokkin eisini er sagt upp. Og Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur sagt, at hann er til reiðar at fara í landsstýrið fyri Jenis av Rana.

Leiðslan í Miðflokkinum fer at taka støðu til, um flokkurin skal halda fram í samgonguni og velja annað landsstýrisfólk fyri Jenis av Rana, ella um flokkurin skal fara úr samgonguni.

Roknað verður við, at fundurin á Gamla apoteki fer at vara einar tveir tímar. 

 

Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen á veg á fund í leiðsluni í Miðflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Tað mundi vera av tilvild, at biskupur gekk fram við Gamla apoteki, tá fólk í Miðflokkinum fór á fund um politisku støðuna. Í hurðini Ólavur í Geil, floksskrivari. (Mynd: Bjarni Ártin Rubeksen)

 

Rani Skaalum uttan fyri Gamla apotek. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Væntandi fer floksstjórnarfundurin at vara einar tveir tímar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF