
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Havi ikki koyrt Miðflokkin úr samgonguni

Hóast Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur loyst Jenis av Rana, landsstýrismann, úr starvi, merkir tað ikki, at Miðflokkurin eisini er koyrdur úr samgonguni.
Tað segði løgmaður í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann hevur mist tolið við Jenisi av Rana, tí hann so seint sum í gjár alment heitti á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga ímóti boðum løgmans.
Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Bárð á Steig Nielsen fyri løtu síðani:
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ætlaði at leggja fram uppskot um misálit á Jenis av Rana, men tað var av ongum, tá løgmaður avgjørdi at koyra landsstýrismannin frá. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)