Landið kann vænta sær nógv meira fyri partapeningin

Landið kann vænta sær nógv meira fyri partapeningin
Grannskoðaravirkið, sum stendur fyri søluni av landsins partabrøvum í P.f. Tjaldri, sigur, at ognarparturin er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.
Partabrøvini hjá landinum í P.f. Tjaldri eru lýst til sølu, og freistin at bjóða er 28. november.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2022 - 08:13

Landið kann fáa nógv meira fyri síni partabrøv í Tjaldri, enn tað hevur sett í fíggjarlógina.

Í fíggjarlógini eru sjey milliónir krónur.

Men grannskoðanarvirkið Januar, sum stendur fyri søluni, metir, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Januar heldur, at P/f Tjaldur er 650 til 825 milliónir vert. Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri.

Januar ger vart við, at felagið hevur bara havt atgongd til almennar upplýsingar um P/f Tjaldur.  Januar hevur ikki havt atgongd til innanhýsis upplýsingar hjá Tjaldri.

 

Freistin er 28. november

Januar kunngjørdi í gjár, at landins partabrøv í Tjaldri eru til sølu. 

Sambært tíðarætlanini er ætlanin at avgreiða søluna fyri árslok. 

Freistin at koma við tilboði er 28.november.

9.desember er ætlanin at selja. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF