
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførir seg við Uttanlandsnevndina um samráðingar við Russland

Í dag klokkan tíggju fer Árni Skaale, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um samráðingarnar um fiskiveiðu við Russland.
Árni Skaale sigur, at Russland hevur boðið til samráðingar.
Hann sigur, at vanliga verður ikki farið í Uttanlandsnevndina, tá ein karmsáttmáli er um fiskiveiðuamstarv.
Føroyar og Russland hava slíkan karmsáttmála ella rammusáttmála.
Men í hesum førinum er talan um serlig viðurskifti, so tí verður ráðførsla við Uttanlandsnevndina.
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskvinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Skipini hava nógvan gang
Spurningurin um Føroyar yvirhøvur skulu samráðast við russar verður eisini viðgjørdur í ráðførsluni í dag, sigur Árni Skaale.
Felagið Heimafriður heitir á politikarnar um at taka undantaksloyvið frá russarum at umskipa við bryggjur í Føroyum.
Skipini hava nógvan gang, sum órógvar heimafriðin.
Ein kanning, sum Heimafriður gjørdi frá 1.januar 2021 til 31.mars 2022, vísir, at 76 prosent av klagunum um larm eru um russisk skip, sum umskipa.
Nógv tær flestu ljóðmátingarnar hjá felagnum siga eisini, at hesar umskipingar hava ov nógvan gang.