- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir flokkinum frá at stilla uppaftur
Mælir flokkinum frá at stilla uppaftur
Marianne Karlsmose hevur lagt frá sær sum forkvinna fyri Kristindemokratarnar í Danmark

Marianne Karlsmose hevur lagt frá sær sum forkvinna í Kristindemokratunum.
Mynd: RitzauScanpix
07.11.2022 - 10:08
Forkvinnan fyri Kristindemokratarnar í Danmark, Marianne Karlsmose, hevur boðað frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í flokkinum, og hon mælir samstundis til, at flokkurin stillar ikki uppaftur á fólkatingsvalinum næstu ferð.
Hon sigur, at hon hevði tikið avgerð um,at leggja frá sær, um flokkurin ikki fekk umboð í fólkatingið, og tað hevur hon nú gjørt.
Kristindemokratarnir fingu 0,52 prosent av atkvøðunum á fólkatingsvalinum. Markið fyri at fáa umboð er tvey prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV