- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kekkia: Putin skal fyri krígsbrotsmannadómstól
Tá kríggið í Ukraina er av, skulu russiski forsetin, Putin, og øll politiska leiðslan í Russlandi fyri ein krígsbrotsmannadómstól.
Tað sigur kekkiski uttanríkisráðharrin, Jan Lipavsky.
- Ein og hvør leiðsla í einum landi, sum fer í kríggj, eigur at verða revsað fyri gerðirnar, sigur hann við CNN.
Tingið í Kekkia sigur russisku framferðina vera yvirgang.
Jan Lipavsky er kekkiskur uttanríkisráðharri.
Brot á fólkarættin
Tað er ikki fyrstu ferð, at Russland verður skuldsett fyri yvirgang eftir innrásina í Ukraina. Fyri fáum vikum síðani funnust leiðslurnar í fleiri eystureuropeiskum londum hvassliga at Russlandi fyri álopini á býir í Ukraina. Tey søgdu álopini vera yvirgang og brot á fólkarættin.
Miðskeiðis í oktober ávaraði ein serfrøðingabólkur hjá ST um, at neyðtøkur eru partur av russisku herferðini í Ukraina.
Russland vísir aftur, at krígsbrotsverk eru framd í Ukraina.