Hevur vónir um semju um makrelin

Hevur vónir um semju um makrelin
Nú er ikki so langt eftir á mál, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður
Strandarlondini eru samd um at lurta eftir ICES, sum mælir til, at heildarkvotan av makreli næsta ár verður góð 782.000 tons. (Savnsmynd)
 
07.11.2022 - 10:58

Hesa vikuna hittast umboð fyri strandarlondini aftur í London at samráðast um makrel.

Framvegis er eingin semja millum londini um, hvussu tey skulu býta makrelin.

Tilmælið hjá ICES fyri 2023 er 782.066 tons av makreli. Strandarlondini eru samd um at lurta eftir ICES.

Men kortini hava tey higartil ásett sær sjálvum kvotur, sum samanlagdar fara langt upp um tilmælið.

Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur góðar vónir um, at semja fæst í ár. Nú er ikki so langt eftir á mál, sigur hann. Framgongd er í samráðingunum.

Samráðingar um makrelin vera aftur 5. og 6. desember.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF