
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyta 26 lógir um fíggjarligt virksemi

Broytingar í 26 donskum lógum um fíggjarligt virksemi skulu setast í gildi í Føroyum
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur lagt uppskot um ríkislógartilmæli fyri løgtingið.
Talan er um høvuðslógina, sum eitur lov om finansiel virksomhed. Hon var seinast broytt av álvara fyri Føroyar í 2017.
Eigur ikki at dragna
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at umráðandi er, at lóggávan um føroysku peningastovnarnar ikki dragnar ov nógv í mun til tað, sum er galdandi í Danmark og í hinum ES-londunum.
Annars kann tað gerast truplari hjá føroysku peningastovnunum at virka sambært teimum skipanum, sum teir arbeiða móti uttanlands.
Eisini kann tað gerast tyngri hjá peningastovnunum at virka á altjóða marknaðum.
Haraftat kann atgongdin til kapital og gjaldføri gerast truplari, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.
Lættari at geva lán
Uppskotini gera tað heldur lættari hjá peningastovnunum í Føroyum at geva smáum og miðalstórum fyritøkum lán.
Felagið peningastovnar vil hava broytingar í uppskotinum.
Fíggjareftirlitið hevur í nógvum førum tikið ynskini hjá føroysku peningastovnunum til eftirtektar, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.