491 heimleys í Grønlandi

491 heimleys í Grønlandi
Trupulleikin eigur at koma á politiska breddan, sigur ein av granskarunum, sum hevur gjørt kanningina
183 eru sjónliga heimleys. Tey liva antin á gøtuni, í trappuuppgongdum, í gomlum húsum ella bygningum, sum standa tómir.
Mynd: KNR  
 
07.11.2022 - 16:08

Nærum ein av hundrað grønlendingum er heimleysur, og tá eru allir aldursbólkar taldir við.

- Trupulleikin við heimleysum í Grønlandi eigur nú veruliga at koma á politiska breddan, sigur Steven Arnfjord, sum er ein av granskarunum, ið hava gjørt fyrstu stóru kanningina av støðuni hjá heimleysum, við KNR.

Kanningin vísir, at 491 fólk vóru heimleys, tá talt varð upp fyrr í ár - 356 menn og 135 er kvinnur.

 

Skuggaheimleys

293 av teimum vóru skugga-heimleys, sum granskararnir rópa tað. Hetta eru fólk, sum gista hjá vinfólki og familju.  

183 eru sjónliga heimleys. Hesi liva antin á gøtuni, í trappuuppgongdum, í gomlum húsum ella bygningum, sum standa tómir, ella á herbergi.

Ógreitt er, hvørja støðu tey seinastu 15 fólkini í uppgerðini hava, men tey eru eisini heimleys og hava onga fasta adressu.

343 heimleys eru millum 30 og 60 ár. 80 fólk eru millum 18 og 29, og 68 eru yvir 60 ár, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369