Visti ikki hvar skipið var

Visti ikki hvar skipið var
Óansi orsøkin til, at Masilik strandaði
Masilik strandaði 600 metrar úr landi.
Mynd: Landhelgisgæslan.  
 
06.11.2022 - 11:44

Yvirstýrimaðurin á grønlendska línuskipinum Masilik, sum strandaði í Íslandi 16.desember í fjør, visti ikki, hvar skipið var statt.

Hann hugdi ikki í radaran og heldur í tólið, sum mátar dýpdina.

Tað skrivar Mogunblaðið, sum hevur lisið frágreiðingina hjá skaðanevndini um hendingina.

At yvirstýrimaðurin ikki ansaði betur eftir, var orsøkin til, at Masilik strandaði.

Hann sigur, at hann hoyrdi sjálstýraran boða frá, tá hann eina løtu ikki var á brúnni. Men hann helt, at hetta var ein feilur í sjálvstýranum.  

19 mans vóru við skipinum. Eingin teirra fekk skaða. 

Masilik var á veg til Havnarfjarðar. Veðrið var hampuligt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369