- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sama skattaprosent í Runavík

Hóskvøldið samtykti Runavíkar býráð við fyrstu viðgerð fíggjarætlanina fyri 2023. Onnur og endaliga viðgerðin verður á almenna býráðsfundinum hósdagin 24. november.
Runavíkar kommuna heldur fram við 21 og einum hálvum skattaprosenti, og barnafrádrátturin er enn ein hin hægsti í landinum, 8.000 krónur. Fíggjarætlanin fyri 2023 javnvigar við 270 milliónum krónum.
Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 8,3 milliónum og eingi lán verða sambært fíggjarætlanina tikin í 2023. Hinvegin skal ein partur av nýggju svimjihøllini lánfíggjast, og kommunan fer nú undir at fyrireika ta lántøkuna.
Samlaði vøksturin í rakstrinum fimm prosent.
Nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu svarar til eina góða hálva álíkning.