- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførsla um samráðingar við Russland

Landsstýrið er nú farið at fyrireika seg til samráðingar við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2023.
Mánadagin fer Árni Skaale, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um samráðingarnar.
Nógvir politikarar halda, at Føroyar eiga ikki samráðast við Russland yvirhøvur, nú Russland leyp á Ukraina.
Higartil hevur landsstýrið ikki viljað sagt, um samráðingar vera.
Men mánadagin verður ráðførsla í Uttanlandsnevndini um samráðingar við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2023.
Russland hevur sent innbjóðing
Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur, at Russland hevur boðið til samráðingar.
Hann sigur, at vanliga verður ikki farið í Uttanlandsnevndina, tá ein karmsáttmáli er um fiskivinnusamstarv.
Føroyar og Russland hava slíkan karmsáttmála ella rammusáttmála.
Men í hesum førinum er talan um serlig viðurskifti, so tí verður ráðførsla við Uttanlandsnevndina.
Spurningurin um Føroyar yvirhøvur skulu samráðast við russar verður eisini viðgjørdur í ráðførsluni í morgin, sigur Árni Skaale.