Viðgera tøkugjaldið í dag

Viðgera tøkugjaldið í dag
Landsstýrið væntar at fáa 74,7 mió.kr. meira í tøkugjaldi næsta ár
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, eigur uppskotið um tøkugjald á alivinnuna.
 
04.11.2022 - 08:01

Tøkugjaldið hjá alivinnuni verður viðgjørt á løgtingsfundinum í dag.

Landsstýrið væntar at fáa 74,7 mió.kr. meira í tøkugjaldi í 2023 og 27,3 mió.kr. meira í 2024, sambært uppskotinum hjá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni.

Trý uppskot til samtyktar eru eisini á dagsskránni í dag.

Jóhannis Joensen í Javnaðarflokkinum vil endurskoða landsroyndir og PISA-royndir.

Tjóðveldi vil hava fleiri námsfrøðingar útbúnar, og Framsókn vil broyta lógina um almannatrygd og tænastur.

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF