- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarsamráðingarnar í Danmark byrjaðar

Í dag fer virkandi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen undir at skipa nýggja stjórn.
Hon hevur boðað frá, at hon ætlar at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna, tað vil siga, at hon vil hava flokkar á bláa veingi við.
Hvussu tað fer at ganga við tí, er ikki greitt enn, tí fleiri av flokkunum á vinstraveinginum hava longu boðað frá, at teir ikki fara í stjórn saman við borgarligum flokkum, og mæla Mette Frederiksen til at skipa eina stjórn við stuðuli frá flokkum á vinstraveinginum.
Mette Frederiksen hevur sett sær fyri at tosa við aðrara flokkar í dag.
Vinstri og Moderaterne
Fyrsti flokkurin, sum skal hitta Mette Frederiksen, er Vinstri, sum er nærststørsti flokkurin í fólkatinginum, hóast hann er helvtina minni enn danski javnaðarflokkurin.
Næstur á skránni at hitta Mette Frederiksen, verður Moderaterne hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.
Síðani fer hon at tosa við SF, Danmarksdemokratarnar, Liberal Alliance, Konservativa flokkin og allar hinar flokkarnar.
Mette Frederiksen hevur sagt, at hon miðar eftir at tosa við allar flokkar í dag, eisini umboðini úr Føroyum og Grønlandi, so talan verður um ein langan arbeiðsdag, sigur hon.