- Tíðindi, mentan og ítróttur
Martin Lidegaard nýggjur politiskur leiðari
Martin Lidegaard nýggjur politiskur leiðari
Radikali flokkurin á fólkatingi hevur fingið nýggja leiðslu eftir fólkatingsvalið

Martin Lidegaard hevur tikið við sum politiskur leiðari í Radikala flokkinum.
04.11.2022 - 08:21
Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Martin LIdegaard, var í gjár valdur til politiskan leiðara í Radikala flokkinum.
Hann tekur við eftir Sofie Carsten Nielsen, sum segði seg frá eftir vánaliga valið hjá flokkinum á fólkatingsvalinum týsdagin.
Radikali flokkurin fór niður í helvt í tinglimum.
Sofie Carsten Nielsen var orsøkin til, at Mette Frederiksen útskrivaði val, tí hon hótti við, at Radikali flokkurin fór at taka stuðulin til stjórnina hjá Mette Frederiksen aftur.
Samira Nawa er nýggjur politiskur varaleiðari í Radikala flokkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV