Mælir til at broyta Helsingforsavtaluna

Mælir til at broyta Helsingforsavtaluna
Føroyar skulu fáa sama rætt sum sjálvstøðug lond, tá yvirtikin mál eru til viðgerðar í Norðurlandaráðnum, sigur Bertel Haarder, limur í ráðnum
Bertel Haarder, limur í Norðurlandaráðnum, mælir til, at Føroyar fáa meira at siga í yvirtiknum málum í Norðurlandaráðnum.
 
04.11.2022 - 08:29

Helsingforsavtalan um norðurlendska samstarvið skal broytast, so Føroyar kunnu hava sama rætt sum tey sjálvstøðugu Norðurlondini, tá yvirtikin mál eru til viðgerðar í Norðurlandaráðnum ella í ráðharraráðnum.

Tað sigur Bertel Haarder, sum er danskur limur í Norðurlandaráðnum.

Íslendski forsætisráðharrin tekur undir við hesum, sigur landsstýrið.

 

70 ár

Ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum er í Helsinki hesa vikuna. 

Í ár eru 70 ár síðani, Norðurlandaráðið var stovnað.

Bertel Haarder vil hava Helsingforsavtaluna broytta, so hon eisini umfatar uttanríkis- og trygdarmál.

Helsingsforsavtalan verður nevnd grundlógin hjá Norðurlandaráðnum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF