- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aaja hevði 10 krøv við sær
Aaja hevði 10 krøv við sær
Onnur grønlendska fólkatingskvinnan krevur m.a., at Grønland verður umboðað, tá Danmark skal samráðast í hernaðarmálum

Aaja Chemnitz hitt tíðindafólk uttan fyri Marienborg, áðrenn hon fór á fund við Mette Frederiksen.
Mynd: Ritzau Scanpix
04.11.2022 - 14:37
Aaja Chemnitz, sum er vald í fólkatingið fyri grønlendska flokkin IA, segði við fjølmiðlarnar uttan fyri Marienborg eftir fund sín við Mette Frederiksen, at hon hevði 10 krøv við sær, tá hon hitti samráðingarleiðaran.
Øll krøvini hava við grønlendsk áhugamál at gera. Millum annað krevur hon, at Grønland er umboðað, tá Danmark skal samráðast í hernaðarmálum.
Aaja Chemnitz segði eisini, at hon seinni í dag fer at hitta Lars Løkke Rasmussen, formann í Moderata flokkinum, og at hon ikki enn hevur tikið avgerð, um hon skal taka undir við einari fult reyðari stjórn, ella um stjórnin kann skipast tvørtu rum miðjuna í Fólkatinginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV