Løgmaður: Ikki neyðugt at spyrja Uttanlandsnevndina

Løgmaður: Ikki neyðugt at spyrja Uttanlandsnevndina
Bárður á Steig Nielsen hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um arktiska strategi og karmsáttmála við Ísland
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2022 - 08:05

Løgmaður gevur Jenisi av Rana, landsstýrismanni, rætt í, at ikki var neyðugt at spyrja Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum fyrst, áðrenn hann legði arktisku strategiina hjá Føroyum fram á fundi í Reykjavík.

Tað sama er at siga um rammuavtaluna við Ísland um fiskivinnusamstarv, sum Jenis av Rana undirskrivaði herfyri.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, spurdi løgmann um hetta.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ikki bindandi

Løgmaður svarar, at hann spurdi Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

Haðani fekk hann svarið, at tilgongdin at orða arktiska politikkin byrjaði á vári 2020, tá eitt samt landsstýri og ein samd Uttanlandsnevnd tóku undir við ætlanini.  

Arktiski politikkurin, sum var lagdur fram í Reykjavík, er ikki bindandi fyri Føroyar. Ikki var neyðugt at fara í Uttanlandsnevndina við málinum.

Ætlanin er at hava aðalorðaskifti í løgtinginum um arktiska  politikkin.  

Um rammuavtaluna við Ísland um fiskivinnu sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sum eisini her spurdi Uttanríkis- og Mentamálaráðið, at avgjørt var í 2017 at fara undir samráðingar við Ísland.

Nøkur samráðingarumfør hava verið.  

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, spurdi løgmann.

 

Løgtingið skal góðkenna

Karmsáttmálin var undirritaður í Reykjavík 14.oktober. Hann kemur í gildi, tá Føroyar og Ísland hava boðað frá, at komið er á mál við teimum innanríkiskrøvum, sum neyðug eru fyri at seta sáttmálan í gildi. 

Og løgtingið skal góðkenna hann.

Avgerðin um at undirrita sáttmálan var ikki mett at vera ein avgerð av stórum uttanríkispolitiskum týdningi, sum Uttanlandsnevndin skal viðgera. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF