- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sofie Carsten Nielsen leggur frá sær
Sofie Carsten Nielsen leggur frá sær
Radikali flokkurin fekk eitt vánaligt fólkatingsval

Sofie Carsten Nielsen leggur frá sær sum politiskur leiðari í Radikala flokkinum.
Mynd: Ritzau Scanpix
02.11.2022 - 14:23
Politiski leiðarin í Radikala flokkinum, Sofie Carsten Nielsen, leggur frá sær.
Tað hevur hon boðað frá á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Radikali flokkurin noyddi Mette Frederiksen, forsætisráðharra, at skriva út fólkatingsval, men Radikali flokkurin fekk eitt sera vánaligt úrslit í gjár.
Hann tódnaði úr 16 tingsessum niður í sjey.
Sofie Carsten Nielsen sigur, at valúrslitið vísir, at veljararnir hava ikki álit á sær.
Hon sigur, at hon hevur ábyrgdina av, at tað gekk so illa í valstríðnum hjá Radikala flokkinum, og at hon átekur sær ábyrgdina av vánaliga valúrslitinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV