Grønlendsku fólkatingskvinnurnar eru afturvaldar

Grønlendsku fólkatingskvinnurnar eru afturvaldar
Aki-Matilda Høegh-Dam í Siumut hevði stóra framgongd, men Aaja Chemnitz í IA fekk færri atkvøður enn í 2019
Aki-Matilda Høegh-Dam og Aja Chemnitz varðveita sessin á fólkatingi.
Mynd: KNR  
 
02.11.2022 - 08:15

Tær báðar Aki-Matilda Høegh-Dam í Siumut og Aaja Chemnitz í IA blivu sum væntað afturvaldar í Grønlandi í gjár.

Aki-Matilda Høegh-Dam fekk ikki færri enn 6.655 atkvøður. Hetta er stór framgongd hjá henni.

Men Aaja Chemnitz fekk færri atkvøður enn hon fekk í 2019. Tá fekk hon 5.669 atkvøður. Í gjár fekk hon 4.289.

Siumut fekk 37,6 prosent í gjár, og IA fekk 24,6 prosent.

 

Ikki treytaleysur stuðul

Aki-Matilda Høegh-Dam og Aaja Chemnitz vilja báðar hava Mette Frederiksen sum forsætisráðharra, men tó ikki treytaleyst.  

Vallutøkan var 47,8 prosent í Grønlandi. Í 2019 var hon 49,8 prosent.

Hon er støðugt minkandi. Í 2007 var hon 64,4 prosent og 57,7 í 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF