Fólkatingsvalið útsetir málið um fíggjarligt regluverk

Fólkatingsvalið útsetir málið um fíggjarligt regluverk
Fíggjarnevndin hevur fingið longda freist til 14. november at koma við áliti
Fíggjarnevndin hevur fingið longda freist at koma við áliti í málinum um fíggjarligt regluverk.
 
31.10.2022 - 09:27

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um og fingið longda freist til at koma við áliti um uppskotið hjá Framsókn um fíggjarpolitiskt regluverk.

Fíggjarnevndin fekk uppskotið 28. september.

Nevndin viðgjørdi málið 4. oktober og hoyrdi Landsbankan og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Fíggjarnevndin skuldi koma við áliti í seinasta lagi 28. oktober, men eingin tingfundur hevur verið, meðan valstríðið hevur verið.

Freistin er til 14. november. 

Framsókn vil hava landsstýrið at koma við uppskoti um lóg um fíggjarpolitiskt regluverk.

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, sum hevur tilmæli um fíggjarpolitiskt regluverk í heystfrágreiðingini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Búskaparráðið tekur undir við málinum 

Framsókn sigur, at Búskaparráðið hevur tilmæli um fíggjarpolitiskt regluverk í heystfrágreiðing sínari.

Búskaparráðið sigur, at eitt slíkt regluverk skal tryggja, at útreiðslurnar hjá landinum ikki vaksa meira enn tvey-trý prosent um árið, og íløgurnar haldast støðugar.

Landsbankin kom longu í 2010 við serriti um fíggjarpolitisk regluverk. 

Uppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk hevur tvær ferðir áður verið í tinginum í hesum valskeiði.

Endamálið við einum fíggjarpolitiskum regluverki er stutt sagt at fáa ein skynsaman fíggjarpolitikk, sigur Framsókn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208