- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona kostaði ítróttinum nógv
Korona kostaði ítróttinum nógv
Hallir og vøllir í Tórshavnar kommunu høvdu slakar tvær milliónir krónur í meirnýstlu í fjør

Tvær milliónir verða tiknar frá golfvøllinum á Glyvursnesi, men hildið verður ikki, at tað fer at ávirka arbeiðið við golfvøllinum næsta ár.
28.10.2022 - 08:40
Korona kostaði ítróttinum í Tórshavnar kommunu nógv í fjør.
Ítróttaanlegg, tað eru hallir og vøllir, høvdu slakar tvær milliónir krónur í meirnýstlu í fjør. Meirnýtslan svarar til 13 prosent av játtanini.
Meginorsøkin eru inntøkurnar, sum vóru 36 prosent minni enn fíggjarætlanin.
Meirnýtslan 27 prosent
Korona gjørdi, at nógv tiltøk vóru avlýst. Í lønarjáttanini er eisini meirnýtsla, hon er 27 prosent.
Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjár at lata ítróttaanleggum tvær milliónir krónur, sum eru tiknar frá golfvøllinum á Glyvursnesi.
Kommunan heldur ikki, at hetta ávirkar ætlaðu arbeiðini við golfvøllinum í 2023.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV