
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis valfundur á Glasi í Havn klokkan 10
Beinleiðis valfundur á Glasi í Havn klokkan 10
Glasir í Havn er fyrrapartin karmur um valfund, sum verður sendur beinleiðis í útvarpinum, sjónvarpinum og her á heimasíðuni

Næmingarnir á Glasi er við at koma upp á pláss, so klárt er til valfundin í størsta miðnámsskúla í landinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.10.2022 - 09:21
Fimti valfundurin undan fólkatingsvalinum er nú fyrrapartin á Glasi í Havn.
Klokkan 10 fara valevni fyri allar seks flokkarnar, ið stilla upp til fólkatingsvalið, at leggja sínar ætlanir við fólkatingssessunum fram.
Valdekningurin í Kringvarpi Føroya hevur verður skipaður soleiðis, at annan hvønn dag hevur tað verið Andglettur í Studio 3 í Sortudíki, og annan hvønn dag er tað valfundur úti um landið.
Síðsti Andgletturin var í gjár, og nú er bert valfundurin í Glasi í dag og so stóri veljarafundurin í Runavík sunnudagin eftir í valdekninginum hjá Kringvarpi Føroya undan valinum mánadagin.
Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya:
- Fríggjadag 28. oktober: Valfundur, Glasir í Havn
- Sunnudagur 30. oktober: Stórur valfundur í Løkshøll í Runavík.
- Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV