Ikki brúk fyri fleiri farmatúrum til Skúvoyar

Ikki brúk fyri fleiri farmatúrum til Skúvoyar
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, sum spurdi um farmaflutningin til Skúvoyar
Sildberin tekur allan farm, sum ikki vigar meira enn 800 kilo hvørt kolli. 
 
27.10.2022 - 08:32

Ikki er brúk fyri fleiri farmatúrum í Skúvoynna, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður.

Strandferðslan hevur samstarv við privatan veitara um farmatúrar, eitt nú til Skúvoyar, og tað hevur riggað væl. 

Tað verður gjørt, tá Strandferðslan ikki hevur skip til farmaflutningin.  

Uni Rasmussen hevur svarað Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, sum spurdi um farmaflutningin til Skúvoyar.

 

800 kilo

Sildberin tekur allan farm, sum ikki vigar meira enn 800 kilo hvørt kolli. 

Sambært reglugerð um útjavningarstuðul verða farmatúrar, sum fastbúgvandi á útoyggj biðja um, goldnir av útjavningarstuðlinum, so langt tann játtanin røkkur, sigur landsstýrismaðurin.   

Árini 2016 til 2021 hava farmatúrarnir til Skúvoyar kostað millum 58.000 kr. og 107.000 kr. um árið. Í 2019 og 2020 var tó eingin farmatúrur.

 

Ikki færri farmatúrar

Strandferðslan fer at tosa við Sands kommunu, skúvoyingar og Útoyggjafelagið um, hvussu best er at skipa farmaflutningin, eftir at Sandoyartunnilin er latin upp.

Ætlanin er ikki at minka farmasiglingina til Skúvoyar, svarar Uni Rasmussen.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119