Bretski forsætisráðharrin undir stórum trýsti

Bretski forsætisráðharrin undir stórum trýsti
Fleiri konservativir parlamentslimir hava mist álitið á Liz Truzz og vilja hava nýggjan forsætisráðharra.
Tað brýtur í bæði borð politiskt hjá Liz Truss, forsætisráðharra i Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.10.2022 - 13:18

Tað leikar hart á í bretska undirhúsinum. 

Nýggi forsætisráðharrin, Liz Truss, er fyri hørðum atfinningum frá sínum egnu í Konservativa flokkinum. 

Flokkurin er í tvíningum, og nakrir limir í flokkinum hava alment boðað frá, at teir hava ikki longur álit á Truss. 

Millum teirra er Sheryll Murray, limur í Konservativa flokkinum og í Undirhúsinum, sum hevur sent inn Truss bræv um misálit.

11 aðrir limir í flokkinum siga seg heldur ikki hava álit á henni. 

 

Liz Truss, forsætisráðharri, og Jeremy Hunt, fíggjarmálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Fær 12 tímar aftrat

Í morgun fekk Liz Truss enn ein frammaná, tá ið Simon Hoare, limur í hennara flokki, segði alment, at Truss hevur 12 tímar til at bjarga sínum starvi.

Og Lord Ed Vaizey er uppaftur bersøgnari. Hann sigur, at einasta gongda leiða burtur úr hesum er, at Liz Truss leggur frá sær, og at tinglimir í Konservativa flokkinum velja nýggjan forsætisráðharra. 

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Hoyr Trónd Olsen, journalist í Kringvarpinum, taka saman um politisku støðuna í Bretlandi í útvarpstíðindunum:

 

20102022_Trondur_


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369