Serliga arvur krevur rættarhjálp

Serliga arvur krevur rættarhjálp
Rættarhjálpin fekk 843 fyrispurningar í fjør. Nógv tey flestu spyrja um arv
Rættarhjálpin er úti á Reyni í Havn.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
12.02.2025 - 06:15

Rættarhjálpin fekk 843 fyrispurningar í fjør.

Nógv tey flestu spyrja um arv. Tey eru 15,8 prosent.

Síðani koma sundurlesing og hjúnaskilnaður við 9,13 prosentum.

Tey flestu, sum venda sær til Rættarhjálpina, eru í aldursbólkinum 30 til 65 ár. Tey eru 76,16 prosent.

Og kvinnurnar spyrja meira enn menn. Tær vóru 54,2 prosent. 

Rættarhjálpin hevði 48.200 kr. í yvirskoti í fjør.

Hon fekk 480.200 kr. frá danska løgmálaráðnum og 50.000 kr. úr landskassanum í 2024.

Rættarhjálpin fekk 842 fyrispurningar í 2023, 21 fleiri enn í 2022.

Rættarhjálpin bjóðar ókeypis løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving.

Hon kom í 1996.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238