Biður um umbering, men ætlar sær ikki frá

Biður um umbering, men ætlar sær ikki frá
Bretski forsætisráðharrin, Liz Truss, sigur, at ætlanin var at hjálpa fólki við orkurokningum og nógva skattinum, men hon gjørdi ov skjótt av
Liz Truss er í politiskum ódnarveðri, men hon ætlar ikki at leggja frá sær.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.10.2022 - 08:19

Bretski forsætisráðharrin, Liz Truss, hevur alment givið bretum eina umbering á BBC fyri tey mistøk, hon hevur gjørt fyrstu tíðina í embætinum.

Hon leggur samstundis dent á, at hon ongar ætlanir hevur um at fara úr embætinum, skrivar DR.

- Eg góðtaki ábyrgdina og umberi fyri tey mistøk, sum eru gjørd. Eg vildi hjálpa fólki við orkurokningum og nógva skattinum, men vit gjørdu ov skjótt av, sigur hon í samrøðuni við BBC.

 

Ætlar ikki at leggja frá sær

Liz Truss hevur eisini strikað ein ætlaðan skattalætta, sum hon hevði ávarað um fór at koma, og hon hevur eisini skift ráðharran í fíggjarmálum.

Samstundis slær hon fast, at hon ongar ætlanir hevur um at gevast í embætinum sum forsætisráðharri.

Liz Truss tók við sum forsætisráðharri í Bretlandi 5. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369