![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/ebba_bush.jpg?itok=Zzq_MKFA)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
24 ráðharrar í nýggju svensku stjórnini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ulf_1.jpg?itok=xB2LqcAd)
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur í dag kunngjørt ráðharrarnar í nýggju stjórnini.
Tilsamans eru 24 ráðharrar í nýggju stjórnini.
Moderaterna fáa 13 ráðharrar, Kristindemokratarnir seks, og teir Liberalu fáa fimm ráðharrar.
Ebba Busch verður varaforsætisráðharri í svensku stjórnini. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Ebba Busch, forkvinna í Kristindemokratunum, verður orku- og vinnumálaráðharri og varaforsætisráðharri. Kristindemokratarnir fáa eisini heilsumál at umsita.
Johan Pehrson, formaður hjá teimum Liberalu, verður ráðharri í arbeiðsmarknaðar- og integrasjónsmálum. Flokkurin umsitur eisini veðurlags- og umhvørvismál og javnstøðumál.
Og nýggi uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, og verjumálaráðharrin, Pål Jonson, koma allir úr Moderatunum.
Tobias Billstrøm er nýggjur uttanríkisráðharri í Svøríki. (Mynd: Ritzau Scanpix)